- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið eitt vet størri í apríl
Arbeiðsloysið eitt vet størri í apríl
Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir, vísa tøl hjá Hagstovuni

Lítið og einki arbeiðsloysi er í landinum, men í apríl var tað eitt vet størri enn sama mánað í fjør. (Savnsmynd)
28.05.2024 - 10:53
Arbeiðsloysið var størri í apríl í ár enn í apríl í fjør.
Tað var eitt prosent í apríl í ár. Tað svarar til 310 fulltíðararbeiðsleys.
Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent, 229 fulltíðararbeiðsleys.
Men í mars í ár var arbeiðsloysið 1,1 prosent, 346 fulltíðararbeiðsleys.
Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir.
Størst arbeiðsloysi er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu, skrivar Hagstovan.
Minsta arbeiðsloysið er hjá teimum 55 til 66 ára gomlu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV