Yvirlit: Hesi sleppa at fylla brennievni á bilin

bannari
Yvirlit: Hesi sleppa at fylla brennievni á bilin
Formaðurin í Havnar arbeiðarafelagi greiðir frá undantøkum, og heitir á fólk um ikki at oyðsla við mati og brennievni
Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelagi.
Mynd: Bjarti Árting Rubeksen.  
 
24.05.2024 - 13:25

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur við sær, at nú eru diesel og og bensin kring landið farin at ganga undan.

Á heimasíðunum hjá Effo og Magn sæst, at tað er bert í Vestmanna, Miðvági, á Sandi og í Suðuroynni, at nakað brennievni er at fáa.

Arbeiðarafeløgini geva javnan undantøk til summi av teimum, ið venda sær til teirra.

- Men grundgevingin skal vera góð, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelagi.

 

Skal standa um lív og heilsu

Undantøk verða fyrst og fremt givin til tey, ið arbeiða við lívi og heilsu. Hetta er eitt nú:

 

- Bilar hjá eldrarøktini

- Sjúkrabilar og læknabilar

- Bilar hjá sløkkiliðnum

- Líkvognar

- Bilar hjá Kringvarpinum

- Aðrir bilar, sum eru partur av tilbúgvingini

 

Tað kann koma upp á tal, at starvsfólk í heilsuverkinum eisini kunnu fáa undantak at keypa brennievni. Enn er tó eingin slík umsókn um undantak komin, sigur Heri Reynheim.

 

Bilarnir hava fullan tanga

Enn eru ikki nógvar umsóknir um undantøk komnar frá privatfólki, tí goymslurnar júst nú fara at ganga undan. Í fleiri dagar hava fólk fylt sær upp í tangar og dunkar, og tí fer trotið á brennievni ikki at merkjast enn.

- Eg haldi ikki, at tað í nýggjari tíð hava verið so nógvir fullir bensin- og dieseltangar. Tað er eingin neyð beint nú, sigur Heri Reynheim

 

Ikki oyðsla við mati og brennievni

Sambært formanninum í Havnar arbeiðarafelagi, skulu fólk ikki oyðsla við mati og brennievni í næstum, tí eingin veit, hvussu drúgt verkfallið verður.

- Vit vilja heita á fólk um at brúka vit og skil, og ikki koyra óneyðugt. Serliga um tú hevur eina ella aðra ábyrgd, sum er knýtt at tanganum.

Enn er langt millum sáttmálapartarnar, og tí mugu fólk brynja seg við toli, sigur Heri Reynheim.

 

Hoyr Hera Reynheim greiða frá:

 

Heri_Reynheim_til_ney

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981