Næsta ár slepst av við øll pantíløt á einum stað

Næsta ár slepst av við øll pantíløt á einum stað
IRF hevur gjørt leigusáttmála við Vága kommunu um øki til høll at taka ímóti, viðgera og avskipa pantíløt
Við nýggju pantskipanini, sum IRF fer at umsita, slepst av við allar pantvørur á einum stað. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.05.2024 - 17:00

Síðst í 2025 verður nýggja pantskipanin tikin í nýtslu.

Tað sigur Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna í IRF, sum skal umsita skipanina, ið løgtingið hevur samtykt.

IRF hevur gjørt leigusáttmála við Vága kommunu um øki at byggja umskipanarhøll at taka ímóti, viðgera og avskipa pantíløt.

 

Gunvá við Keldu er forkvinna í nevndini fyri IRF. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært avtaluni millum IRF og Vága kommunu verður 1200 fermetra stór høll bygd í grótbrotinum í Sandavági. 

Tá nýggja skipanin verður tikin í nýtslu, kann brúkarin fara á eitt stað við øllum pantíløtum, sum IRF síðani heintar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24042024_IRF_og_pant

 

Mett verður, at IRF fer at taka ímóti 15 milliónum íløtum um árið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114