- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast uttanlands at landa
Noyðast uttanlands at landa
Talan er um øll fýra garnaskipini, fýra trolbátar og um flestu partrolararnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fiskamarknadur_0.png?itok=BDQt9QCv)
Skip og bátar kunnu avreiða ávísan prosentpart av hvørjum fiskaslagi uttanlands. (Savnsmynd)
15.05.2024 - 10:08
Øll skipini og allir bátarnir, sum hava boðað Fiskamarknaðinum frá, at tey skulu avreiða nú í vikuni, kunnu ikki avreiða í Føroyum.
Tey mugu avreiða uttanlands.
Talan er um øll fýra garnaskipini, um fýra trolbátar og um flestu partrolararnar.
Ein djúpvatnstrolari er á veg suðureftir at avreiða.
Skip og bátar kunnu avreiða ávísan prosentpart av hvørjum fiskaslagi uttanlands.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV