- Tíðindi, mentan og ítróttur
Straight Ahead gekk undan við tónleikaútgávu í sjeytiárunum
Einki orkestur í Føroyum fekk so nógv á skaftið í sjeytiárunum sum Straight Ahead. Teir tóku sær ikki av løttum, tey fáu árini, ið teir vóru virknir. Eftir fýra árum - frá november 1974 til desember 1978 - lótu teir frá sær eina LP-plátu, eina EP-plátu og tvær single-plátur.
Hetta var í 70-unum, tá fáir bólkar gingu í útgávutonkum ella tíansheldur fingu upp í lag sjálvir at smíða sangir. Ein broyting kom nøkur ár seinni, tá plátufelagið Tutl varð stovnað í 1977 og fekk skundað undir eina røð av føroyskum plátuútgávum, mest í fólkatónleiki og jazz.
Sangskattur huldur í támi
Sangirnir hjá Straight Ahead vóru ongantíð givnir út á fløgu eftir at pláturnar vóru útseldar. Allur sangskatturin hevur tí ligið huldur í támi øll hesi árini.
Sangirnar finnur tú heldur ikki á talgildu pallunum, sum flest øll brúka í dag, eitt nú Spotify og iTunes.
Men Tutl arbeiðir nú við at digitalisera henda sangskattin. Harumframt verður Veðraplátan endurútgivin sum LP-pláta seinni í summar. Gissur Patursson, ið sjálvur sum táverandi leiðari á plátudeildini hjá LM-handlinum, gav plátuna út í desember 1978, hevur hetta arbeiðið um hendi.
Tríggjar útgávur av Straight Ahead
Niðanfyri sæst yvirlit yvir tað, sum bólkurin hevur givið út, og hvørjir mannaðu bólkin. Í veruleikanum vóru tríggjar ymiskar manningar.
Upprunamanningin í Straight Ahead: (f.v.) Agnar Joensen, Heri Ellingsgaard, Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska (Myndi: Norðlýsið)
Upprunamanningin ger fyrstu plátuna í 1974. Eftir tað fara tveir burturúr, Heri Ellingsgaard og Agnar Joensen.
>>SÍ EISINI: Upprunin hjá Straight Ahead var ein samanrunnur
Onnur manningin er hon, sum spælir inn aðru singleplátuna í 1976.
Straight Ahead 2.0: (f.v.) Petur Hans Poulsen, Archie Black (sitandi), Edward Ziska (sitandi) og Jørgin Dahl (Mynd: Archie Black, privat)
Petur Hans Poulsen er tá nýggjur gittaristur. Hann var oddamaður í Swallows/Birds, ið var fast húsaorkestur í Atlantis, men hevði játtað at loysa av sum fyribils gittaristur í Straight Ahead til teir funnu annan gittarspælara.
Hann finna teir so í 1977. Ikki í Klaksvík, men í Havn. Hans Carl Hansen er nýggi maðurin.
>>SÍ EISINI: Føroysk rokksøga í KVF
Straight Ahead hevur nú fingið sítt endaliga skap. Kjarnan í bólkinum er Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska. Teir tríggir eru við allan vegin. Gittarspælararnir gingu eftir tørni.
Endiliga Straight Ahead-manningin: (f.v.) Jørgin Dahl, Edward Ziska, Archie Black og Hans Carl Hansen, sáli (Myndir: Hans Black)
Gittarúrmælingurin Hans Carl
Hans Carl Hansen var rættur úrmælingur, og munaði væl, tá bólkurin setti sær uppaftur meira fyri við fleiri plátuútgávum.
Í august 1977 taka teir upp fýra sangir til EP-ina, sum kom í desember sama ár. Og árið eftir - í 1978 - kemur høvuðsverkið. Veðraplátan verður tikin upp í Keypmannahavn í juli 78, men ikki fyrr enn um jóltíðir kemur plátan í sølubúðirnar.
Men tá er bólkurin ikki til longur. Straight Ahead gevast á toppinum uttan nakra fráboðan um, at nú er liðugt.
Straight Ahead - í stuttum
1973: Bólkurin stovnaður í Klaksvík
1974: Fyrsta plátan - gula singlin - kemur út (upptøka MZ - útgáva H.C.W. Tórgarð)
1976: Onnur plátan - grøna singlin - kemur út (upptøka MZ - útgáva SHJ-plátuhandil)
1977: Triðja plátan - hvíta EP-in - kemur út (upptøka MZ - eginútgáva)
1978: LP-in (Veðraplátan) kemur út (upptøka Hookfarm, KBH - útgáva: LM-handilin)
1979: Straight Ahead gevast og Jørgin fer upp í Hjarnar
Manningin
1974: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Heri Ellingsgaard (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Agnar Joensen (floyta)
1976: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Petur Hans Poulsen (gittar)
1977: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)
1978: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)
Pláturnar
Gula singlin 1974
A) Komið øll við (orð & lag: Jørgin Dahl)
B) Upp á gólv (orð & lag: Jørgin Dahl)
Grøna singlin 1976
A) Me and Virginia (orð & lag: Jørgin Dahl)
B) Mín góða (orð & lag: Jørgin Dahl) Edward syngur
Kápuleysa Ep-in 1977
A1) Silver bird (orð & lag: Jørgin Dahl)
A2) Heart is crying (orð & lag: Jørgin Dahl)
B1) Hey sweet Marie (orð & lag: Jørgin Dahl)
B2) Tú veitst (orð & lag: Jørgin Dahl)
Veðraplátan 1978
A-síðan
Heading for disaster (orð & lag: Jørgin Dahl)
Oh no (orð & lag: Jørgin Dahl)
Think about love (orð & lag: Jørgin Dahl)
Driving me crazy (orð & lag: Jørgin Dahl)
The chicken dance (lag: Jørgin Dahl)
B-síðan
Absalon (lag: Jørgin Dahl)
Well all right (orð & lag: Jørgin Dahl)
Sirius (lag: Jørgin Dahl)
Meet me tomorrow (lag: Hans Carl Hansen)
Faroese reggae (lag: Jørgin Dahl)
Peace on my mind (lag: Jørgin Dahl)
Hvat: "Komið øll við" (1:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Kristi himmalsferðardag, í kvøld, kl. 20