Søkt verður eftir trimum aðalstjórum

Søkt verður eftir trimum aðalstjórum
Tað er til Løgmálaráðið, Umhvørvismálaráðið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
 
24.04.2024 - 18:42

Aðalstjórin er fremsti fakligi ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum. Aðalstjórin hevur somuleiðis ábyrgd av dagligari leiðslu, menning og rakstri í sínum stjórnarráði.

Størvini eru áramálssett í 7 ár.

Aðalstjórastarvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Umframt eina mánaðarliga viðbót, sum er 6.380 krónur, verður ein mánaðarlig viðbót veitt, sum er 20 prosent av grundlønini fyri áramálssetan. Eftirlønin er 15 prosent av samlaðu lønini. 

Síðan løgtingsvalið í desember 2022 hava aðalstjórar verið fyribilssettir í teimum trimum ráðunum. Nella Festirstein í Løgmálaráðnum, Pól Egholm í Umhvørvismálaráðnum og Elin Mortensen í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Freistin at søkja er fríggjadagin 17. mai á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050