- Tíðindi, mentan og ítróttur
Full semja um yvirtøku
Full semja um yvirtøku
Bæði samgongan og andstøðan taka undir við at yvirtaka sjórættin
22.04.2024 - 06:41
Bæði samgongan og andstøðan taka undir við yvirtøku.
Málsøkið sjórættur skal yvirtakast.
Uttanlandsnevndin tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um yvirtøkuna.
Allir flokkar hava fólk í uttanlandsnevndini.
Yvirtøkan skal fremjast ólavsøkudag næsta ár.
Hendan yvirtøkan hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum longu eru yvirtikin.
Tey eru trygd á sjónum, loðsøkið, vitaverk og sjóuppmerking.
Landsstýrið sigur, at yvirtøkan kostar 1,8 mió.kr., tað eru tvey ársverk, í 2025.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV