- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt á KVF Ljóð: Føðing og deyði hava altíð givið tónaskaldum íblástur
Nýtt á KVF Ljóð: Føðing og deyði hava altíð givið tónaskaldum íblástur
Tó at paskirnar kunnu býtast í tveir partar, tá hugsað verður um deyða og uppreisn, so er tónleikurin, ið hevur við páskirnar at gera, eitt sindur dapur sum heild
30.03.2024 - 11:35
Í hesi sending hoyra vit teir báðar Sunnleif Rasmussen, tónasmið, og Leif Hansen, kórleiðari, tosa um tónleik, sum hevur páskirnar í huga. Báðir eru teir samdir um, at páskirnar til allar tíðir, so leinki tónleikur hevur verið gjørdur og framførdur, hevur fingið íblástur frá páskunum.
Tað løgna, um vit so kunu siga, er at meginparturin av klassiska tónleikinum, sum umrøður páskirnar, er eitt sindur dapur, og hetta hevur sjálvsagt við krossfestingina av Jesusi at gera. Uppreisnin, ið hendi annan dagin eftir krossfestingina, fær í fáum førum innivist í mun til gleðiliga páskatónleikin, men tann dapra síðan er meiri eyðkend.
Sunnleif Rasmussen/Mynd: KVF
Leif Hansen/Mynd: KVF
Hoyrið alla sendingina á KVF Ljóð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV