- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eystnes og Hvítanes seld til Noregs
Eystnes og Hvítanes seld til Noregs
Nordwest Ship Management hevur keypt bæði skipini, og tey verða latin nýggja eigaranum í apríl
Mynd: Smyril Line
14.03.2024 - 11:30
Smyril Line hevur selt farmaskipini Eystnes til Hvítanes til Noregs.
Skipini vóru sett til sølu fyrr í ár, og nú hevur Smyril Line skrivað undir søluavtalu við norska felagið Nordwest Ship Management.
Eystnes og Hvítanes verða latin nýggja eigaranum í apríl.
Nordwest Ship Management eigur frammanundan 11 skip.
Tá skipini fara á norskar hendur, fáa tey nýggj nøvn.
Eystnes fær navnið MV Link Aurora, og Hvítanes skal eita MV Link Polaris.
Smyril Line upplýsir einki um, hvat skipini eru seld fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV