Borgarafundur í Tjørnuvík um bergholið

Borgarafundur í Tjørnuvík um bergholið
Umboð fyri Landsverk kunna um bergholsverkætlanina
 
05.03.2024 - 08:25

Borgarafundurin, sum skuldi vera í bygdarhúsinum í Tjørnuvík 30.januar, verður í annaðkvøld.

Fundurin, sum er um bergholið til bygdina, var avlýstur fyri veður 30.januar.

Umboð fyri Landsverk kunna um bergholsverkætlanina. 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, vera eisini á fundinum. 

Og høvi verður at spyrja um verkætlanina.

Fundurin er í annaðkvøld kl.18.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109