200.000 tons av rávøru

200.000 tons av rávøru
Umhvørvisstovan hevur sent umhvørvisárinsmetingina, sum Varðin Pelagic hevur gjørt um protein- og lýsiverksmiðjuna á Tvøroyri, til hoyringar
Nýggja virkið fer at gera 40.000 tons av proteinum og 16.000 tons av lýsi um árið.. 
 
05.03.2024 - 06:20

Umhvørvisstovan hevur sent umhvørvisárinsmetingina, sum Varðin Pelagic hevur gjørt um protein- og lýsiverksmiðjuna á Tvøroyri, til hoyringar.

Freistin at koma við viðmerkingum er til 12.apríl.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn. 

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum, sigur Umhvørvisstovan.

Nýggja virkið fer at keypa upp til 200.000 tons av rávøru um árið.

Virkið fer at gera 40.000 tons av proteinum og 16.000 tons av lýsi. 

Tað fer at hava 200 framleiðsludagar um árið.

Har vera 20 nýggj størv.

Virkið fer eisini at skapa støðugari arbeiði til verandi arbeiðsmegi, stendur í metingini. 

Nógv grót

Byggingin tekur hálvtannað ár.

Grótið til útfyllingina í sjónum kemur úr Hvalba. 

7.500 lastbilatúrar skulu til fyri at flyta grótið.

Grótflutningurin er mettur at vara í yvir átta mánaðir. 

Grótið verður flutt yrkadagar kl.08.00 og 22.00. 

100 lastbilatúrar vera um dagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981