- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlas hevur vunnið Ungt Virki 2024
Tað gjørdist Atlas úr miðnámi á Glasi, sum gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2024.
Í bólkinum vóru: Brandur Sjúrðason, Dávur Harðarson, Marna Brøðraberg, Lív Joensen, Ári Ejdesgaard. Tey ganga øll í 23k á Glasi.
Atlas hevur ment eina arbeiðsmarknaðarskipan fyri styttri arbeiðsskeið og minnni uppgávur – ein skipan, sum dómsnevndin metti vera púra klára til at fara á marknaðin.
Atlas skal umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður í apríl mánaði. Vinnari av DM fer víðari til EM, sum verður í mai mánaði.
Stokkar úr seyðahornum
Tveir aðrir bólkar fingu heiður eisini. Á 3. plássi var bólkurin Horna á miðnámi á Kambsdali, sum hevði ment stokkar úr seyðahornum, og Hav á miðnámi á Glasi, ið hevði ment eitt hárevni úr føroyskum sjógvi at brúka ístaðin fyri hárgele og voks.
Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast.
Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Tey luttakandi hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og hugskotinum, og hava eisini fingið fíggjarligan stuðul frá Betri og ferðaseðlar frá Atlantic Airways.
140 næmingar luttóku
Í ár luttóku 140 næmingar í yvir 30 bólkum á tiltakinum, har kappast varð um besta hugskotið. Næmingar komu úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn. Hetta er størsta tal av luttakarum higartil á tiltakinum, sum hesu ferð varð hildið á Glasi.
Í dómsnevndini sótu:
Regin Dalsgaard – Thetis (formaður)
Sóley Hammer – Hugskotið
Magni Thomsen – Íverksetarahúsið
Marius Thomassen – Vinnuhúsið
Rói Poulsen – Nema
Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Brandan
Michael Koba – Fixer
Anna Eystberg Hofgaard – Betri
Bjarti Vitalis Mørk – Betri
Grundgevingar
Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri teirra val av vinnarum:
Atlas hevur megnað at gjørt eitt produkt, sum tekur útgangsstøði í ungdóminum og arbeiðsmarknaðinum. Tey broyta arbeiðsmarknaðarhugtakið við at fara frá føstum arbeiði til “her og nú” uppgávur. Í dómarapanelinum eru fleiri í vinnuni, sum beinanvegin høvdu tikið av. Hendan tænastan er løtt at fara út á altjóða marknaðin við.
Hav er ein fyritøka, sum hevur megnað at virðisøkt eitt tilfeingið munandi. Ein hugskot sum bjóðar altjóða mótahúsunum kring allan heim av. Tey hava tvinnað móta, lívsstíl við føroyskum tilfeingi. Ein fyritøka, sum vit í dómarapanelinum halda er burðardygg bæði fíggjarliga og fyri umhvørvi, og tey heimsmál, sum hon hevur arbeitt við. Gamalt er, at man ikki er ein maður, fyrr enn man hevur pissað í saltan sjógv. Her kann man siga, at man er ikki modernaður, uttan at man hevur fingið salt í hárið.
Horna er ein gjøgnumførd verkætlan í bæði uppgávu, framløgu og bási. Tær hava megnað at gjørt eitt produkt, sum er ógvuliga populert um allan heim. Tær hava megnað at fáa eitt produkt úr einum tilfeingið sum annars verður koyrt burtur. Hesar ungu kvinnurnar hava gjørt stokkar úr føroyskum horni.