Mentanarnevndin viðger kringvarpsgjaldið í dag

Mentanarnevndin viðger kringvarpsgjaldið í dag
Í morgin verður aðalorðaskifti um nýggja public service-sáttmálan
Kringvarpsgjaldið skal hækka og prístalsjavnast. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.02.2024 - 08:17

Mentanarnevndin hjá løgtinginum fer í dag at viðgera uppskotið um at hækka og prístalsviðgera kringvarpsgjaldið.

Sjey innkallingar eru gjørdar.

Ráð teirra lesandi, Vinnuhúsið, Landsfelag pensjónista, Føroysk miðlafólk, leiðslan í Kringvarpinum, Kringvarpsstýrið og landsstýriskvinnan í mentamálum hava fingið fundarboð.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur eisini lagt fram frágreiðing um public service sáttmálan millum Kringvarpið og Almanna- og Mentamálaráðið.

Aðalorðaskiftið um hann verður í morgin.

Sáttmálin skal vera galdandi frá 1. apríl í ár til 31. mars 2028.

Eingin undirskrivaður public service sáttmáli hevur verið seinastu árini.

Seinasti sáttmálin var frá 2017 til 2020.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949