Fíggjarligt regluverk má eisini umfata kommunur

Fíggjarligt regluverk má eisini umfata kommunur
Tað nyttar einki, at landið búskaparliga táttar í, men kommunurnar gera tað øvuta, sigur landsbankastjórin
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum.
 
13.02.2024 - 12:15

Skulu vit hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, er umráðandi, at kommunurnar eisini vera við.

Tað sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.

Hon sigur, at kommunurnar eru ein stórur partur av búskapinum, og heldur Fíggjarmálaráðið, at táttast má í í landsbúskapinum, nyttar tað einki, um kommunurnar gera tað øvuta. 

Tá verður ringt stýra búskapinum. Tí er neyðugt, at land og kommunur samstarva um karmin fyri, hvussu nógvur peningur skal brúkast, sigur landsbankastjórin.

Hoyr samrøðu við Maluna Johansen í útvarpstíðindunum:

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109