Leingja leigusáttmálan hjá HB-húsinum til 2034

Leingja leigusáttmálan hjá HB-húsinum til 2034
Smápartafelagið 0410 hevur keypt HB-húsið, og nýggi eigarin yvirtekur húsið við somu treytum og skyldum sum undanfarni leigari
0410 er ognarfelag hjá HB-stuðlum, sum settu 12 mió, kr. í felagið, fimm milliónir eru lán. (Savnsmynd)
 
25.01.2024 - 09:17

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu mælir býráðnum til at leingja leigusáttmálan hjá HB-húsinum í Gundadali til 2034.

Smápartafelagið 0410 hevur keypt HB-húsið.

Umsitingin mælir til at leingja leigusáttmálan um grundøkið við teirri treyt, at nýggi eigarin yvirtekur HB-húsið við somu rættindum og skyldum, sum undanfarni eigari hevði mótvegis Tórshavnar kommunu.

0410 er ognarfelag hjá HB-stuðlum, sum settu 12 mió, kr. í felagið, fimm milliónir eru lán.

Ein leigusáttmáli verður gjørdur millum 0410 og HB um HB-húsið.

 

Góð hálv millión í leigu

Leigan er 540.000 kr. um árið, sum svarar til útreiðslurnar, sum 0410 hevur til rentur og útreiðslur av lántøkuni til at keypa húsið.

Leigarin skal rinda alt viðlíkahald.

Vanliga er tað eigarans ábyrgd at viðlíkahalda uttan, sigur býráðsumsitingin.

Tí er ikki talan um heilt vanligar karmar millum leigara og útleigara. 

Ásetingin er helst ætlað at tryggja, at HB kann søkja kommununa um stuðul til viðlíkahald av HB-húsinum, stendur í skránni fyri býráðsfundin í kvøld.

Gjørt verður vart við, at ein kommuna kann ikki geva einum privatum partafelagi stuðul til viðlíkahald.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881