Vararáðharri verður ráðharri

Vararáðharri verður ráðharri
Oddmund Løkensgard Hoel tekur við sum ráðharri í norsku stjórnini eftir Sandru Borch, sum legði frá sær í sambandi við eitt mál um ritstuldur
Oddmund Løkensgard Hoel er nýggjur ráðharri í norsku stjórnini. (Savnsmynd: NRK)
 
23.01.2024 - 09:41

Oddmund Løkensgard Hoel er nýggjur granskingarráðharri og ráðharri fyri hægri útbúgving í Noregi eftir Sandru Borch, sum legði frá sær fríggjadagin, eftir at tað var komið undir kavi, at partar av master-ritgerð hennara á lærda háskúlanum líktust uppgávum, sum onnur lesandi høvdu latið inn frammaundan. 

Oddmund Løkensgard Hoel hevur verið vararáðharri hjá Sandru Borch síðani 2021.

Av teimum 18 ráðharrunum, sum Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, kunngjørdi, tá hann skipaði stjórn í 2021, er helvtin skift.

Sostatt eru níggju ráðharrar skiftir higartil í valskeiðnum. Í fleiri førum eru ráðharrar skiftir, tí mál um m.a. ógegni, partabrøv og óhóskandi atburð hava havt samband við ráðharrarnar. 

 

Ingvild Kjerkol, heilsumálaráðharri. (Savnsmynd: NRK)

 

Kanna annað mál

Eitt annað mál um ritstuldur hjá einum ráðharra verður eisini kannað í løtuni.

Tá Sandra Borch legði frá sær fríggjadagin, skrivaði NRK, at tað er sannlíkt, at heilsumálaráðharrin Ingvild Kjerkol, snýtti, tá hon skrivaði sina master-ritgerð á Nord-universitetinum. Eisini í hesum førinum eru partar av uppgávuni meinlíkar aðrari uppgávu, sum ein annar lesandi skrivaði nøkur ár frammanundan, segði NRK.

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, er farin upp í hetta málið, men enn er eingin avgerð tikin.

Ingvild Kjerkol hevur sagt fyri NRK, at uppgávurnar høvdu brúkt sama háttalag, og endurgóvu tí úr somu lærubókum. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946