IS-limur tikin í Íslandi

IS-limur tikin í Íslandi
Maðurin var alt fyri eitt sendur aftur til Grikkalands, har hann hevur verju
Íslendska løgreglan hevur kannað málið, m.a. saman við Europol, síðani november. (Savnsmynd)
 
22.01.2024 - 16:50

Løgreglan í Íslandi hevur handtikið ein mann, sum skal vera virkin limur í felagsskapinum Islamskur statur, stytt IS.

Maðurin varð 12. januar, saman við tveimum øðrum monnum, handtikin í Akureyri og sendur aftur til Grikkalands sama dag.

Hann er ættaður úr Irak og kom í september í fjør til Íslands við konu síni og seks børnum, eftir at hava verið í Týsklandi. 

Hann bað um friðskjól í Íslandi, men umsóknin var havnað, tí maðurin hevur altjóða verju í Grikkalandi.

 

Kannað saman við Europol

Íslendska løgreglan hevur síðani í november í samstarvi útlendskar løgreglumyndugleikar, eitt nú Europol, kannað málið, eftir at løgreglan fekk upplýsingar um, at maðurin var virkin limur í islamska felagsskapinum IS, upplýsti íslendski ríkispolitiovastin á tíðindafundi.

Spurdur, um maðurin var virkin fyri felagsskapin meðan hann var í Íslandi, svarar ríkispolitiovastin stutt, at tey fingu upplýsingar um, at ein maður var í landinum, sum var limur í yvirgangsfelagsskapinum IS.

 

Vilja einki upplýsa

Løgreglan vil ikki upplýsa, um maðurin var virkin fyri IS í Íslandi, og heldur ikki, um hann var eftirlýstur. 

Løgreglan vil heldur ikki siga, hvar hinir báðir menninir eru - um teir eru í Íslandi, og um teir hava sambandi við málið, annað enn, at teir eru latnir leysir.  

Mál av slíkum slagi hava verið í Íslandi fyrr. Seinast í 2017, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946