Japan bleiv fimta land á mánanum

Japan bleiv fimta land á mánanum
Japan bleiv í gjár fimta landið, sum setti eitt far á mánan. Men hóast sjálv lendingin gekk væl, ger eitt brek í sólkyknunum, at mánafarið brennur út um fáar tímar
Í Japan fegnaðust tey, tá tað í gjár eydnaðist at seta robottin Slim á mánan. Men alt gekk kortini ikki eftir ætlan
Mynd: Kim Kyung-Hoon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.01.2024 - 11:45

Seinnapartin í gjár okkara tíð setti japanski robotturin Slim seg á mánan, og harvið bleiv Japan fimta landið at seta eitt far á mánan - eftir USA, Sovjetsamveldið, Kina og India.

Tað skrivar Reuters.

Slim, sum er ein stytting av Smart Lander for Investigating Moon, fekk tó ikki eina góða byrjan á mánanum, tí av ókendum orsøkum virka sólkyknurnar, sum skulu geva robottinum streym, ikki. Tað merkir, at Slim bara hevur battaríini at dúva uppá, og tey brenna út so líðandi. Og tá tey eru útbrend - væntandi verður tað um nakrar fáar tímar - kann Slim ikki longur taka ímóti boðum ella senda boð til Jørðina.

Tí verður nú raðfest, hvat skal fáast burtur úr Slim og mánavitjanini, meðan hann enn hevur streym. Ætlanin var, at Slim tær næstu tvær vikurnar skuldi kanna jarðfrøðina á mánanum. Hann er farin at senda dátur niður á jørðina sum ætlað, men enn er óvist, hvussu nógv robotturin fær tíð til at kanna, áðrenn hann brennur út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946