Eygleiðarar vænta ikki at stríðið harðnar

Eygleiðarar vænta ikki at stríðið harðnar
Tað hevur bæði elvt til stúran og undran, at Pakistan og Iran hava lopið á hvørt annað við rakettum og dronum seinastu dagarnar
Ein pakistanskur maður hyggur at sjónvarpstíðinum í einum handli, eftir at uttanríkisráðharrin í Pakistan hevur sagt, at landið hevur framt álop í Iran.
Mynd: Fayaz Aziz/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.01.2024 - 18:26

Tað hevur leingi verið nakað av spenningi millum Baloch-fólkini, sum búgva hvørjumegin við markið millum í Pakistan og Iran, og stjórnirnar í londunum báðum.

Londini hava eisini eitt nú ákært hvørt annað fyri at hýsa seperastum og militantum bólkum.

Men hóast spenningin, og smærri samanbrestum millum militantar bólkar á markinum, hava londini ikki áður skotið rekettir eftir hvørjum øðrum. Iran byrjaði týskvøldið tá tað skeyt rakettir og dronir, eftir tí, sum Iran segði vera ein militantur sunnimuslimskur bólkur. 

Síðani svaraði Pakistan aftur í nátt, eisini við rakettum og dronum, skotnar yvirum markið eftir tí Pakistan segði vera bøli hjá yvirgangsfólkum.

Iran og Pakistan siga bæði, at álopini vóru gjørd, fyri at forða fyri yvirgangsatsóknum. Hvussu er og ikki, so siga báðir partar eisini, at børn vóru millum tey, sum lógu eftir á.

Sambært eygleiðarum, kann vera, at samanbrestirnir nú steðga aftur. Tað er javnleikur, so at siga, nú Pakistan hevur svarað aftur, og fyri Pakistan hevur verið týdningarmikið at vísa hvar markið gongur fyri slíkum álopum, sigur Lyce Ducet, altjóða eygleiðari hjá BBC.

Ikki bara yvirfyri Iran, men fyri India og Afghanistan eisini.

Men fyri Pakistan kom álopið sum ein veruligur kvøkkur, skrivar BBC. Bert tímar áðrenn álopið, hittið iranski uttanríkisráðharrin virkandi forsætisráðharran í Pakistan. Onki var sagt um álopið, og tí følir Pakistanska stjórnin seg svikna av Iran, tí hóast ávísan spenning, hava viðurskiftini yvirhøvur verið góð millum londini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946