Eingin grótbræðing úr eldgosinum

Eingin grótbræðing úr eldgosinum
Enn er tó ov tíðliga atstaðfesta, um gosið við Grindavík er hildið uppat
Trý hús í Grindavík fóru undir grótbræðingina, sum rann inn í býin, men nú tykist grótbræðingin at vera steðgað.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
16.01.2024 - 08:19

Nú er norðari eldgosið við Grindavík viknað so nógv, at í morgun kemur eingin grótbræðing haðani.

Syðra sprungan, tann, sum var beint norðanfyri Grindavík, steðgaði í gjáramorgunin.

Eldgosið byrjaði beint fyri klokkan átta sunnumorgunin.

 

Trý hús í Grindavík fóru undir grótbræðingina, sum rann inn í býin.

Enn er ov tíðliga at staðfesta, at gosið er hildið uppat. Fundur verður um tað klokkan hálvgum tíggju.

Einki heitt vatn er í Grindavík.

Tað kann taka langa tíð, til tað kemur aftur, siga tey, sum veita heita vatnið.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946