- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur hildið seg vera ógegniga í tveimum førum
Hevur hildið seg vera ógegniga í tveimum førum
Bæði málini, sum Margit Stórá varðar av sum landsstýrisfólk, vóru flutt til Fíggjarmálaráðið at viðgera

Margit Stóra er landsstýriskvinna í heilsumálum.
02.03.2023 - 17:59
Nýggja landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur higartil í tveimum førum mett seg vera ógegniga.
Í báðum førum er talan um mál, sum viðvíkja hennara gamla arbeiðsplássi á Landssjúkrahúsinum, sum hon nú varðar av.
Annað málið snúði seg um hennara fyrrverandi starv á Landssjúkrahúsinum, og hitt málið snúði seg um roknskapin hjá Landssjúkrahúsinum í 2021.
Bæði málini vóru flutt til Fíggjarmálaráðið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
02032023_Gegni_og_Margit_Stora
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV