- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brot á lóg um hundar: Fekk 12.000 kr. í sekt
Brot á lóg um hundar: Fekk 12.000 kr. í sekt
Kvinnan var eisini dømd at rinda fólki, sum vóru bitin, endurgjald.
13.02.2023 - 09:57
Kvinnan, sum var ákærd fyri 13 brot á lóg og kunngerð um hundar, fekk 12.000 kr. í sekt í Føroya rætti fríggjadagin.
Hon var eisini dømd at rinda fólki, sum vóru bitin, endurgjald.
Kvinnan játtaði seg seka.
Kvinnan hevði tveir hundar, men annar er deyður. Hin livir enn.
Skal vera í bandi
Kvinnan fekk álagt at hava hundin í fullgóðum kjaftsbandi, sum lógin sigur.
Ákærurnar vóru um hundsbit, vantandi navnaskelti og trygging.
Kvinnan var eisini ákærd fyri ikki at hava ræði á hundinum.
Hetta var alt í árunum 2019 til 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV