- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 dagbøtur fyri blúnisbrot
Føroya rættur hevur givið einum 69 ára gomlum manni 15 dagbøtur á 500 krónur fyri blúnisbrot.
Talan er um kynsligan ágang á einum arbeiðsplássi.
Maðurin er dømdur fyri at klappa einari kvinnu, sum hann arbeiddi saman við, minst seks ferðir á afturpartin.
Hann er eisini dømdur fyri at gera viðmerkingar um klæðini, kvinnan var í, og hann spurdi um hennara undirklæði. Hann hevði haraftrat viðmerkingar um kroppin hjá kvinnuni.
Maðurin noktaði seg partvíst sekan.
Arbeiðsformaður
Maðurin skuldi læra kvinnuna, sum júst var byrjað á arbeiðsplássinum, og hann var arbeiðsformaður hjá henni.
Maðurin er dømdur at gjalda kvinnuni 10.160 kr. í endurgjaldi fyri tort og sviða.
Kvinnan var sjúkrameldað í átta mánaðir, tí hon var strongd. Blúnisbrotið er tó ikki orsøkin til allar sjúkradagarnar, sigur Føroya rættur.
Maðurin er bara dømdur at rinda endurgjald fyri 24 dagar.
Og hann fekk 7.500 kr. í dagbótum.