- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra fingu klipp í koyrikortið og sekt
Fýra bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið og sekt, hóast ferðin hjá teimum var minni enn 70 km/t í bygdum øki.
Tí politiið steðgaðu teimum í einum øki í Klaksvík, har hámarksferðin er sett niður í 40 km/t.
Har eru skelti, sum siga tað.
Men tá hámarksferðin er sett niður, sum í hesum førinum úr 50 km/t í 40 km/t, er markið meira enn 15 km/t ov skjótt og ikki 20 sum, tá hámarkið er 50 km/t.
Teir fýra bilførarnir, sum vóru tiknir í Klaksvík, koyrdu allir minni enn 70 km/t.
Nógvar ferðkanningar
Politiiið hevur gjørt nógvar ferðkanningar seinasta dagarnar, bæði í Klaksvík, á Glyvrum og í Vágum.
11 bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Átta fingu sekt fyri at koyra ov skjótt.
Og onkur misti koyrikortið treytað.
Ein bleiv mátaður at koyra 117 km/t í óbygdum øki. Ein koyrdi 92 km/t í bygdum øki.