Bankarnir hækka rentuna fyri fjórðu ferð

Bankarnir hækka rentuna fyri fjórðu ferð
Rentan hevur ikki verið so høg í 10 ár
BankNordik væntar at hava millum 190 og 220 milliónir krónur í yvirskoti í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2023 - 08:25

Fyri fjórðu ferð í fimm mánaðir hækka stóru peningastovnarnir renturnar, sum fólk skulu gjalda fyri síni bústaðarlán.

1.september í fjør hækkaði Betri Banki renturnar, og fýra dagar seinni gjørdi BankNordik tað sama. Báðir bankarnir hækkaðu renturnar tvær ferðir aftrat fyri ársskiftið. Og nú 1. februar hækka renturnar aftur.

Árligi kostnaðurin í prosentum - tað sonevnda ÁKP - fyri bíligastu, vanligu bústaðarlánini frá peningastovnunum verður nú 4,74 prosent. So høg hevur lægsta bústaðarrentan ikki verið í umleið 10 ár.

 

190-220 mió. í avlopi

Hósdagin boðaði BankNordik keypsskálunum frá, at bankin roknar við at hava millum 190 og 220 milliónir krónur í yvirskoti í ár.

Eisini boðaði BankNordik í sama viðfangi frá, at vinningsbýti til partaeigarar bankans skal økjast, úr 50 prosentum upp í 70 prosent av avlopinum.

Fyri árið í fjør roknar BankNordik at hava millum 160 og 170 milliónir í yvirskoti. BankNordik almannakunnger ársfrágreiðingina fyri 2022 um ein lítlan mánað, 24. februar.

Betri Banki er ikki á keypsskálanum, og tí eru ongar slíkar fráboðanir at frætta haðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109