Tvey innbrot á Landssjúkrahúsinum

Tvey innbrot á Landssjúkrahúsinum
Tveir mans eru handtiknir, og teir játta seg sekan
 
26.01.2023 - 15:43

Løgreglan hevur handtikið tveir ungar menn í sambandi við tvey innbrot á Landssjúkrahúsinum.

Fyrra innbrotið var 10. januar, har tjóvarnir hava tikið eitt nú fartelefonir, oyrasniglar og telduskíggjar.

Seinasta sunnumorgun var aftur innbrot á Landssjúkrahúsinum, og tjóvarnir hava verið víða og hava m.a. brúkt tunnilin, sum knýtir Landssjúkrahúsið saman við bygningunum oman fyri vegin, á Eirargarði.

Tjóvarnir hava m.a. verið í bygninginum, har umsitingin heldur til, og har hava teir sagað hurðar upp.

 

Væl útgjørdir

Vakmyndatól eru í bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum, og á upptøkunum sást, at menninir vóru væl útgjørdir. Teir vóru í drakt, handskum og munnbindi.

Og tí bar ikki til at fáa fingramerki ella DNA frá gerningsmonnunum.

Men saman við upptøkunum frá vakmyndatólunum og kriminaltekniskari útgerð bar til at finna fram til gerningarmenninar, 17 og 19 ára gamlir, sum týsdagin vóru handtiknir fyri innbrotið. 

Teir játta seg sekan, og løgreglan hevur funnið tjóvagóðsið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982