Landið væntar nú at fáa 18,2 milliónir krónur fyri partabrøvini í Tjaldri

Landið væntar nú at fáa 18,2 milliónir krónur fyri partabrøvini í Tjaldri
Nú eru 18,2 mió. kr. í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023
 
20.01.2023 - 08:43

Higartil er annars roknað við sjey milliónum.

Men grannskoðanarvirkið Januar, sum selur partabrøvini fyri landið, metti, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Januar heldur, at P/f Tjaldur er 650 til 825 milliónir vert. 

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Nú eru 18,2 mió. kr. í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

 

Gerðarbýtið kostar 3,7 mió. kr.

Gerðarbýtið millum Tórshavnar kommunu og landið kostar landinum 3,7 mió kr. netto.

Talan er um fastogn hjá landinum í Hoydølum og hjá kommununi á Frælsinum. 

Landsstýrið ætlar at keypa grundstykki til framtíðar útbygging av Landssjúkrahúsinum. Tað kostar 4,25 mió. kr. Avtala er gjørd um keypið. 

Og tvær milliónir skulu brúkast til at fyrireika leigumál til umsitingarbygning til løgtingslimirnar. 

Løgtingslimir skulu flyta í bygningin hjá Havnar arbeiðarafelag við Tinghúsvegin, har Landsverk og stjórnarráð húsast nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109