TROM í uppskoti til danska heiðursløn

TROM í uppskoti til danska heiðursløn
Føroyska sjónvarpsrøðin TROM er millum røðirnar, ið eru innstillaðir til danska Tvprisen 2023
Heimskendi danski sjónleikarin, Ulrik Thomsen, spælir høvuðsleiklutin í TROM
Mynd: úr TROM  
 
19.01.2023 - 12:03

Í Danmark eru fyrireikingarnar byrjaði til at heiðra bestu sjónvarpsavrikini innan alskyns sjangrur hetta seinasta árið. 

Tilnevningarnar til Tvprisen 2023 eru klárar, og føroyska sjónvarpsrøðin TROM er sloppin upp í part. 

TROM í uppskoti til heiðurin besta sjónvarpsrøð í kapping við aðrar kendar sendirøðir í Danmark.

Hinar innstillaðu eru Borgen, Carmen Curlers, Dag og Nat, Drømmeren og Fantomhold.

Tað verður á tiltaki 4. mars, at vit fáa at vita, hvør fær heiðurin.

Tvprisen er ein faklig heiðursløn, sum framleiðarafelagið í Danmark skipar fyri. Tað eru tey, sum framleiða filmar, sjónvarpssendingar og spøl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109