Skylda hálva millión í lønum

Skylda hálva millión í lønum
Krøvini móti búnum í Sp/f 20.10.20, sum fór á húsagang 21. desember, eru komin upp á góðar 800.000 krónur. Ein hálv millión eru lønarkrøv
Felagið, ið rak Farhat'sa Pitsa í Saltangrá, er farið á húsagang, og lønarkrøvini eru ein hálv millión krónur
Mynd: Savnsmynd  
 
18.01.2023 - 14:16

Málið um pizzafelagið Sp/f 20.10.20 snýr seg nú um meira enn manglandi lønarútgjaldingar. 

Løgreglan kannar eisini felagið. 

Tað váttar Heri Andreasen, leiðari á Kaninngardeildini hjá politinum.

 

Meldað stjóran fyri harðskap

Sambært Hera Andreasen er løgreglan í løtuni í gongd við avhoyringar í málinum.

Fyrrverandi starvsfólk hava meldað stjóran í felagnum fyri millum annað harðskap og hóttanir.

Krøvini móti búnum í Sp/f 20.10.20, sum fór á húsagang 21. desember, eru komin upp á góðar 800.000 krónur. 

 

Hálv millión í lønarkrøvum

500.000 eru lønarkrøv, meðan 310.000 eru krøv frá øðrum kreditorum.

Fimm fólk hava sett lønarkrøv fram móti felagnum, sigur Djóni Thomasen, sum er bústjóri.  

Farhat Bourbiaa var stjóri í felagnum, tá tað fór á húsagang. 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109