Alt tóktist ganga eftir ætlan, áðrenn flogfar brádliga datt niður í Nepal

Alt tóktist ganga eftir ætlan, áðrenn flogfar brádliga datt niður í Nepal
Flogskiparin á Yeti Airlines-flogfarinum boðaði ongantíð frá, at nakað var áfatt, áðrenn ATR 72-propellflogfarið datt niður undir innflúgvingini til flogvøllin í Pokhara
Øll 72 fólkini umborð á nepalesiska flogfarinum, harav 68 vóru ferðafólk, lótu lív.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.01.2023 - 13:49

"Sýnið er gott, og veðrið tað sama," segði Anup Joshi, flogskipari, áðrenn flogfar hansara brádliga legði seg á liðina undir innflúgvingini til flogvøllin í Pokhara og datt niður. 

Flogfarið, sum datt niður, var av slagnum ATR 72 hjá nepalesiska flogfelagnum Yeti Airlines.

Øll 72 fólkini umborð, harav 68 vóru ferðafólk, lótu lív.

Sambært ferðafólkalistanum vóru 53 fólk umborð úr Nepal, fimm úr India, fýra úr Russlandi, tvey úr Suðurkorea og eitt ferðafólk úr Avstralia, Argentina, Írlandi og Fraklandi.

ATR 72-propellflogfarið hjá Yeti Airlines hevði annars flogið teinin frá Khatmandu til kenda ferðafólkabýin Pokhara. 

Undir innflúgvingini sá alt út til at ganga, sum tað skuldi. Men brádliga byrjaði flogfarið at leggja seg á liðina, áðrenn tað datt niður millum húsini í økinum. 

Hendingin bleiv upptikin við einari fartelefon. 

Divya Dhakal, sum býr í økinum, sá flogfarið detta niður. Hon greiðir BBC frá, at tað sá út sum, at flogskiparin stýrdi uttan um húsini og rakti einasta bera blettin í økinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371