- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki: Færri fáa forsorgarhjálp
Svøríki: Færri fáa forsorgarhjálp
Hóast høgu inflatiónina, so er talið á teimum í Svøríki, sum liva av forsorgarhjálp, fallið 18 prosent síðani á sumri í 2021.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/svoriki_forsorgarhjalp.jpg?itok=2wK2045U)
15.01.2023 - 17:24
Tað eru nýggj hagtøl frá svenska sosialstýrinum, ið vísa, eingin beinleiðis samanhangur er millum inflatiónina og talið á teimum, ið liva av forsorgarhjálp.
- Ein orsøk er helst, at mong av teimum, sum komu til Svøríkis sum flóttafólk fyri fimm-seks árum síðani, nú eru før fyri at forsyrgja sær sjálvum, sigur Tapio Salonen, professari í sosialum arbeiði, við SR Ekot í svenska útvarpinum.
Men Annika Wallenskog, sjef-búskaparfrøðingur hjá svensku kommununum og landspørtunum, sigur, at tað kann taka tíð, áðrenn hørðu tíðirnar merkjast í hagtølunum.
- Hetta, tí tað tekur langa tíð at verða mettur egnaður til forsorgarhjálp, sigur hon.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV