![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/robert_hur.jpg?itok=MLumri-N)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningarleiðari kannar mál um Biden og loynilig skjøl
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/biden_2.jpg?itok=8MMjqhDF)
Amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland, hevur tilnevnt ein serliga kanningarleiðara, nú skjøl, sum eru stemplað loynilig, eru funnin á eini skrivstovu, sum Joe Biden, forseti, brúkti í Washington, eftir at hevði verið varaforseti hjá Barak Obama.
Skjøl eru eisini funnin í bilskúrinum heima hjá Joe Biden í Wilmington í Delaware.
Í skjølunum vóru fregnartænastuupplýsingar og viðmerkingar í sambandi við Ukraina, Iran og Bretland frá tíðini, Biden var varaforseti.
Robert Hur skal kanna málið loyniligu skjøl, sum eru funnin hjá Joe Biden, forseta. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Málið um skjølini, sum eru stemplað loynilig, er politiskt eyðmýkjandi fyri Biden.
Biden segði seg týsdagin vera bilsnan, tá ið hann gjørdist varugur við, at skjølini vóru á síni privatu skrivstovu. Hann segði seg eisini samarbeiða við løgmálaráðið, sum nú kannar málið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Tá FBI gjørdi húsarannsókn í heiminum hjá Donaldi Trump í Florida í fjør, funnu tey fleiri enn 10.000 loynilig skjøl, sum ikki vóru latin amerikanska tjóðskjalasavninum, sum tey av røttum áttu at verið.
Sambært BBC, hava hjálparfólkini hjá Biden sjálv boðað tjóðskjalasavninum frá skjølunum.