Meira enn helvtin er realkredittlán

Meira enn helvtin er realkredittlán
Flestu bústaðarlánini hava avdrátt, og tað hevur týdning hjá húsaeigaranum, tá niðurgongd er í búskapinum, sigur danski tjóðbankin
Í oktober 2022 vóru bústaðarlánini næstan sjey prosent fleiri enn árið fyri. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
11.01.2023 - 15:30

Bústaðarlánini frá føroyskum peningastovnum og donskum realkredittstovnum telja stívliga helmingin av øllum útlánunum í Føroyum.

Í oktober 2022 vóru bústaðarlánini næstan sjey prosent fleiri enn árið fyri. 

Orsøkin til vøksturin seinnu árini er hækkandi íbúðar- og sethúsaprísir, serliga í høvuðsstaðarøkinum, skrivar danski tjóðbankin um føroyska búskapin í eini frágreiðing, sum kom mánadagin.

Lán til føroysk húski og virkir vóru í oktober 2022 ávikavist seks og tvey prosent fleiri enn árið fyri.

 

Inntøkan vaksin

Orsøkin til hækkandi bústaðarprísirnar er í høvuðsheitum tann, at tøka inntøkan hjá húskjunum er vaksin.  Hetta saman við stórum fólkavøkstri síðani 2013 og fallandi rentu fram móti endanum av 2021, hevur økt um eftirspurningin eftir bústøðum. 

Somuleiðis hevur útboðið av bústøðum ikki fylgt við búskaparligu framgongdini í samfelagnum. 

Eitt eyðkenni fyri føroyska bústaðarmarknaðin er, at meginparturin av útlánunum til bústaðir hava avdrátt. Hetta styrkir haldførið hjá føroysku húsaeigarunum, tá niðurgongd er í búskapinum, skrivar danski tjóðbankin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109