Tjóðbankin: Føroyski búskapurin er væl fyri

Tjóðbankin: Føroyski búskapurin er væl fyri
Lítil skuld og sterkur arbeiðsmarknaður gera, at gott grundarlag er undir føroyska búskapinum.
Danski tjóðbankin hevur skrivað frágreiðing um føroyska búskapin.
 
09.01.2023 - 12:58

Føroyski búskapurin er so mikið væl fyri, at hann klárar kreppuna, hóast inflatiónin er nógv vaksin seinasta árið.

Tað skrivar danski tjóðbankin í nýggjari frágreiðing, sum er kunngjørd í dag.

Føroyska útflutningsvirðið er nógv vaksið í sama tíðarskeiði, og taðhevur verið ein fyrimunur fyri fiskivinnuna, og hevur eisini styrkt búskapin. 

Lítil skuld og sterkur arbeiðsmarknaður gera, at gott grundarlag er undir føroyska búskapinum og í strembanini eftir at handfara kreppuna á nøktandi hátt, skrivar danski tjóðbankin.

Sagt verður, at fólkasamansetingin kring landið sum frálíður verður ein avbjóðing í Føroyum. 

Meira verður frætta í tíðindasendingum seinni í dag.

Les frágreiðingina frá tjóðbankanum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109