Prísvøksturin: Vit keypa minni

Prísvøksturin: Vit keypa minni
Matvørusølan minkaði níggju prosent frá triðja ársfjórðingi í 2021 til somu tíð í fjør
Vit keypa minni, nú prísirnir eru hækkaðir so nógv, vísa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.01.2023 - 09:39

Føroyingar keypa minni, nú prisirnir eru farnir so nógv upp.

Hagstovan sigur, at frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðing í fjør minkaði selda vøran í vørubólkinum matur og alkoholfríar drykkjuvørur níggju prosent.

Fyri ávikavist bólkarnar húsbúnað og húsarhaldsútgerð og klædnavørur og fótbúnað minkaði sølan 13 og 15 prosent.

 

Størsti prísvøkstur í 40 ár

Hagstovan hevur fyrr sagt, at frá triðja ársfjórðingi 2021 til triðja ársfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 8,8 prosent. 

Hetta er størsti árligi prísvøkstur í 40 ár. 

Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru hækkaðir 10 prosent.

Klæði og skógvar eru vorðin seks prosent dýrari, og møblar og húsarhaldsútgerð gjørdust 11 prosent dýrari frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðingi í fjør.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109