Góðar skattainntøkur

Góðar skattainntøkur
Árið í fjør var eitt gott ár hjá bæði landskassanum og kommunukassunum, tá ið tað snúði seg um skattainntøkur.
 
07.01.2023 - 12:14

Kommunurnar fingu tvær milliardir og 239 milliónir krónur inn í kommunuskatti og landskassin fekk eina milliard og 940 milliónir krónur inn í landsskatti.

Hjá kommununum var talan um ein vøkstur upp á 120 milliónir samanborið við árið fyri, og hjá landinum var vøksturin 139 milliónir krónur.

Tað skrivar In.fo.

Ein uppgerð hjá Taks vísir, at 26 av teimum 29 kommununum fingu meira inn í skatti í fjør enn í fyrraárið, og bara tríggjar av teimum smáu kommununum høvdu minni skattainntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109