Jarðir: Ikki burðardygt at taka ímóti fleiri ferðafólkum

Jarðir: Ikki burðardygt at taka ímóti fleiri ferðafólkum
Neyðugt er at broyta ferðavinnuna innanlands munandi, sigur Finn Danberg, stjóri. Hann væntar, at smáplássini fáa uppaftur fleiri ferðafólk
Stjórin í Jarðum væntar, at uppaftur fleiri ferðafólk koma til eitt nú Mykinesar, Saksunar og onnur smápláss. (Savnsmynd)
 
04.01.2023 - 13:01

- Tað er ikki burðardygt at taka ímóti fleiri ferðafólkum í Føroyum, uttan at gera munandi broytingar í ferðavinnuni innanlands.

Tað sigur stjórin í Jarðum, Finn Danberg, eftir at Visit Faroe Islands í gjár segði við útvarpið, at talið á ferðafólkum er ikki nóg stórt. 

Finn Danberg vísir á, at tað mest sannlíkt verða tey somu væl umtóktu støðini, sum skulu taka ímóti fleiri ferðafólkum.

 

Finn Danberg er stjóri í Jarðum.

 

Hann sipar millum annað til Mykines, Saksun og onnur smápláss, sum sambært honum longu nú hava stórar avbjóðingar av teimum mongu ferðafólkunum, serliga um summarið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

04012023_Jardir_og__ferdavinna

 

Í innslagnum verður sagt, at ferðafólkatalið í 2022 var góð 406.000 fólk, og at stjórin í Visit Faroe Islands heldur, at hetta er ov lítið.

Tað er ikki rætt. Stjórin í Visit Faroe Islands tosaði um talið av útlendskum ferðafólkum, og tað talið var millum 65.000 og 70.000 í 2022.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097