
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita á fólk í Klaksvík um at fara frá húsum

Eitt slag av undantaksstøðu valdar í støðum í Klaksvík, nú nógvi kavin og eftirfylgjandi áarføri hevur elvt til skriðulop.
Talan er um evakuering vegna stór skriðulop fleiri støð í býnum og vandi er fyri fleiri lopum, bæði eystaru og vestaru megin í Klaksvík.
Boðini frá átaksleiðaranum í Klaksvík eru greið. Øll húski, sum eru í ovastu húsunum, bæði eystaru- og vestarumegin í Klaksvík, eiga at fara úr húsum.
Tvey skriðulop hava verið, og fleiri eru í væntu, sigur Bjarna Nattestad, vakthavandi á politistøðini.
Støðan hevur verið rættiliga hættislig Undir brúnni, har Tórbjørn Hjelm býr.
Tað var neyðugt hjá Tórbirni og pápanum at fara manninum, ið búði í grannahúsunum, til hjálpar og grava hann leysan.
Skriðulop hava verið fleiri staðni í Klaksvík.
Myndir: Oliver Joensen
Skriðulop hava verið ymsastaðni í Klaksvík.
Heitt verður á fólk, ið búgva í húsum ovalaga bæði eystaru- og vestarumegin í Klaksvík um at fara frá húsunum.
Eisini á Kunoyarnesi er skriða lopin.
Í støðum er nærmast undantaksstøða, sum sæst á upptøkunum hjá Bergtóru Ó. Poulsen.