Spania: Stytta arbeiðsvikuna

Spania: Stytta arbeiðsvikuna
Næstu tvey árini kunnu smáar og miðalstórar fyritøkur í Spania gerast partur av eini royndarverkætlan við styttari arbeiðsviku.
 
17.12.2022 - 13:42

Ætlanin er, at fyritøkurnar skulu kunna søkja um at vera við í verkætlanini, so starvsfólkini fáa styttri arbeiðsviku, men tó somu løn.

Ritzau-tíðindastovan skrivar, at fyritøkurnar í tvey ár skulu stytta arbeiðstíðina minst 10 prosent hjá minst einum fjórðingi av starvsfólkunum.

Tankin er, at við eini styttari arbeiðsviku fara starvsfólkini at arbeiða meira effektivt teir dagar, tá ið tey eru til arbeiðis.

Stytt arbeiðsvika var eitt av vallyftunum á løgtingsvalinum fyri hálvariaðru viku síðani, men enn er ikki greitt, um tað eisini fer at síggjast í komandi samgonguskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109