Broytir einki í Grønlandi

Broytir einki í Grønlandi
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, sigur samstarvskósina í ríkisfelagsskapinum verða ta somu, hóast nýggja stjórn og nýggjan uttanríkisráðharra.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2022 - 13:45

– Hóast ein nýggj stjórn nú er skipað í Danmark, fer tað ikki at ávirka grønlendsku kósina á uttanríkispolitiska økinum, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, við miðilin Sermitsiaq.

Hann sigur, at samstarvskósin í ríkisfelagsskapinum heldur fram sum higartil, sjálvt um nýggi danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur ein annan stíl enn undanmaður hansara Jeppe Kofod.

– Løkke hevur ein annan stíl, men okkara tóni og okkara krav um albogarúm í uttanríkispolitikki og hvussu vit føra okkum fram í heiminum verður óbroytt, sigur Mute B. Egede við Sermitsiaq.

Grønlendski landsstýrisformaðurin er tó ikki heilt nøgdur við tað, sum stendur í danska stjórnargrundarlagnum um verjumál í sambandi við Arktis.

– Har er ein partur um verjuna og hvat man vil í Arktis. Tað dámar mær ikki, tí tað kann man ikki bestemma úr Keypmannahavn uttan um okkum, sigur Mute B. Egede við Sermitsiaq.

– Eg havi havt eitt fínt og uppbyggjandi samstarv við forsætisráðharran higartil og eg vóni, at tann linjan, sum er løgd, heldur fram í sama spori.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109