Jarðskjálvti í Indonesia kravt fleiri enn 600 mannalív

Jarðskjálvti í Indonesia kravt fleiri enn 600 mannalív
Skjálvtin, sum var á oynni Java, var máldur til 5,6 á Richer-stiganum.
Indonesiski forsetin, Joko Widodo, í býnum Cianjur, har jarðskjálvti var fyrr í mánaðinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.12.2022 - 15:51

Almenna talið á teimum, sum doyðu í jarðskjálvtanum á oynni Java í Indonesia tann 21. november, er nú komið upp á 602.

Skjálvtin, sum hendi við býin Cianjur í vestara parti á Java, var máldur til 5,6 á Richer-stiganum.

Fyrstu tølini, sum komu nakrar dagar eftir skjálvtan, vístu, at 335 fólk vóru deyð, men í ruðuleikanum beint eftir skjálvtan, blivu nógv fólk jarðað, uttan at myndugleikanir fingu boð um tað.

Nú eru øll skrásett, og tað hevði við sær, at talið á deyðum tvífaldaðist, skrivar NTB.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109