13.173 skjøl um Kennedy-morðið leysgivin aftrat

13.173 skjøl um Kennedy-morðið leysgivin aftrat
Søgufrøðingar vóna, at teir fáa eitt greiðari yvirlit yvir gongdina, tá morðið var framt
John F. Kennedy var myrdur í Dallas í Texas 22. november 1963.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.12.2022 - 10:17

Joe Biden, forseti, hevur givið Tjóðskjalasavninum í USA boð um at leysgeva 13.173 skjøl í málinum, tá John F. Kennedy var myrdur í 1963. Skjølini vórðu leysgivin í gjár.

Hetta merkir, at meira enn 97 prosent av tilfarinum í málinum nú eru alment, skrivar BBC.

Skjølini, sum nú verða leysgivin, fara væntandi ikki at avdúka nakað stórt, men søgufrøðingar vóna, at teir kunna fáa eitt greiðari yvirlit yvir gongdina, tá morðið var framt.

John F. Kennedy var myrdur 22. november í 1963, tá bilafylgi hansara koyrdi gjøgnum Dallas í statinum Texas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109