Rentan í Evropa hækkar hálvt prosentstig

Rentan í Evropa hækkar hálvt prosentstig
Rentan í evropeiska miðbankanum er nú tvey prosent
Stjórin í evropeiska miðbankanum, Christine Lagarde, kunngjørdi rentuhækkingina í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.12.2022 - 14:54

Evropeiski miðbankin hevur í dag hækkað rentuna eitt hálvt prosentstig.

Tað var stjórin í miðbankanum, Christine Lagarde, sum upplýsti, at rentan hækkar aftur. Sostatt er rentan nú komin upp á tvey prosent. 

Síðani í summar er rentan hækkað tvær ferðir 0,75 prosentstig. Tá rentan hækkaði í summar, var tað fyri fyrstu ferð síðan 2011, at miðbankin brúkti tann møguleikan. 

 

Eitt vet minni

Broytingin er gjørd fyri at fáa tamarhald á prísvøkstrinum. 

Inflatiónin í evrolondunum var mett til 10 prosent í november, sum kortini er eitt vet minni enn í oktober, tá hon var 10,6 prosent. 

Evropeiski miðbankin er ikki tann einasti, sum hækkar rentuna.  

 

Noreg og Bretland

Norski tjóðbankin hevur eisini hækkað rentuna við 0,25 prosentstig í dag, so at hon nú er 2,75 prosent.  Bretski tjóðbankin hækkar eisini rentuna við 0,5 prosentstig, upp í 3,5 prosent. 

Og í gjár hækkaði amerikanski miðbankin rentuna eitt hálvt prosentstig.

Tá evropeiski miðbankin broytir rentuna, plagar danski tjóðbankin at gera tað sama. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369