Scholz: Putin hevur einki vunnið í Ukraina

Scholz: Putin hevur einki vunnið í Ukraina
Russiski forsetin mistók seg, tá hann helt, at hann kundi oyðileggja samanhaldið í Evropa, sigur týski samveldiskanslarin
Olaf Scholz er týskur samveldiskanslari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.12.2022 - 15:23

- Russiski forsetin hevur ikki rokkið einum einasta av sínum málum í Ukraina. 

Tað sigur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.

- Einki mál er rokkið, segði Scholz í samveldistinginum í dag.

 

Putin mistók seg

Scholz sigur, at Putin mistók seg av álvara, tá ið hann helt, at Ukraina fór at falla eftir fáum døgum, og at ov nógv sundurlyndi var í Vesturheiminum til, at Ukraina kundu fáa hjálp hagani.

- Hann helt, at hann kundi oyðileggja samanhaldið í Evropa við at skrúva fyri gassinum. Hann fór eisini skeivur viðvíkjandi dirvinum hjá ukrainum, Evropa, okkum, demokratisku virðunum hjá okkum og vilja okkara til at standa ímóti stórveldisovurhuga og imperialismu, segði týski samveldiskanslarin Olaf Scholz.

 

Dmitrij Peskov er talsmaður hjá Kreml (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Eingin vápnahvíld

- Vit hava eingi uppskot fingið frá Ukraina um vápnahvíld á jólum og nýggjárinum.

Tað segði talsmaðurin hjá Kreml á tíðindafundi í dag. 

Hann leggur aftrat, at ongar æltanir eru um vápnahvíld.

- Nei, vit hava einki uppskot fingið um hetta, og eingi mál av slíkum slagi standa á dagskránni, sigur Dmitrij Peskov, talsmaður hjá Kreml, tá ið hann var spurdur, um Russland vil binda frið um jólahalguna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463