Nobel-friðarheiðurslønin latin

Nobel-friðarheiðurslønin latin
Eitt fólk og tveir felagsskapir, ið stríðast fyri mannarættindum, hava í dag fingið Nobel-friðarheiðurslønina í Oslo
Mynd: Rodrigo Freitas/NTB  
 
10.12.2022 - 17:51

Talan er um hvítarussiska aktivistin Ales Bjaljatski, russiska mannarættindabólkin Memorial og ukrainska felagsskapin Center for Civil Liberties.

- Tey hava gjørt eitt einastandandi arbeiði við at skjalfesta krígsbrotsverk, brot á mannarættindini og valdsmisbrúk, segði forkvinnan í Nobel-nevndini, Berit Reiss-Andersen, tá ið hon handaði friðarheiðurslønina.

Serliga russiski mannarættindabólkurin, Memorial, hevur lagt nógv fyri við bert at vera til staðar í Oslo, tí stóð tað til russiskar myndugleikar, var einki umboð har í dag.

- Myndugleikarnir ráddu okkum frá at taka ímóti heiðurslønini, tí hildið var ikki, at tað hóskaði seg at taka ímóti saman við hinum báðum vinnarunum, sigur leiðarin í Memorial, Jan Ratjnskij, við bretska kringvarpið, BBC.

- Men tey ráðini tóku vit sjálvandi ikki til okkum, segði hann.

BBC hevur til fánýtis roynt at fingið eina viðmerking frá russiska uttanríkisráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109