Einki fiskiveiðusamstarv við Grønland í 2023

Einki fiskiveiðusamstarv við Grønland í 2023
Grønland fer ikki at hava nakað fiskiveiðusamstarv við Russland í 2023
Grønland fer ikki í 2023 at gera nakra fiskiveiðuavtalu við Russland.
 
10.12.2022 - 12:33

Týsdagin í hesi vikuni sendi grønlandska landsstýrið boð til Russland, at Grønland ikki fer at gera nýtslu av fiskiveiðuavtalini við Russland í 2023, og at russisk fiskifør heldur ikki sleppa at fiska sínar vanligu kvotur í Grønlandi.

Tað skrivar Weekendavisen.

Tað er fyrstu ferð síðani 1992, tá ið Grønland gjørdi eina avtalu við Russland um fiskiveiðuavtalu, at Grønland á hendan hátt ikki vil nýta møguleikan at býta um kvotur við Russland.

Grønlendsk fiskifør hava vanliga fiskað tosk í Barentshavinum. Í býti hava russisk fiskifør havt loyvi at fiska svartkalva við Grønland.

Russland bjóðaði Grønlandi til talgildar samráðingar fyri 2023. Væntað var, at Grønland hevði kunnað fingið loyvi at fiska umleið 3.000 tons av toski og hýsu í Barentshavinum.

Í býti hevði Russland fingið loyvi at fiska svartkalva og kongafisk í Grønlandi.

Men Grønland hevur avvíst hesum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369