Suðurkoreanar yngjast eitt til tvey ár

Suðurkoreanar yngjast eitt til tvey ár
Gamla skipanin við "koreanskum aldri" verður slept
 
08.12.2022 - 13:58

Stjórnin í Suðurkorea hevur samtykt eina lóg, sum hevur við sær, at øll fólk í landinum nú gerast eitt til tvey ár yngri.

Gamla skipanin, sum hevur verið rópt "koreanskur aldur" verður slept, og fólk í Suðurkorea skulu nú á øllum almennum skjølum brúka vanligan altjóða viðurkendan aldur, sum telur frá tí degi, tey eru fødd, skrivar Ritzau.

Koreanskur aldur verður roknaður á tann hátt, at tey eru eitt ár, tá tey verða fødd, og so fáa koreanar ein dag lagdan aftur at sínum aldri, fyri hvørt ár tey hava livað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109