Hava handtikið fleiri fólk í Reichsbürger-rørsluni

Hava handtikið fleiri fólk í Reichsbürger-rørsluni
3.000 løgreglufólk vóru við í gjár, tá handtøkur fóru fram í 11 ymsum landspørtum í Týsklandi
54 fólk eru tikin, og 19 eru varðhaldsfongslað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.12.2022 - 13:49

Fleiri fólk í Reichsbürger-rørsluni eru handtikin í sambandi við, at týska løgreglan hevur tey undir illgruna fyri at hava ætlað at fremja ríkiskvett.

Talið á teimum handtiknu er nú komið upp á 54. 19 eru varðhaldsfongslað.

3.000 løgreglufólk vóru við í gjár, tá handtøkur fóru fram í 11 ymsum landspørtum í Týsklandi. 

Talan er sambært løgregluni um fólk á uttasta høgraveingi og fólk, ið áður hava havt tilknýti til týsku verjuna, sum hava fyrireikað tað, tey rópa "Day X". Hendan dag skuldu tey leypa á týska Ríkisdagin og taka valdið í landinum.  

Bólkurin sigst hava tilknýti til amerikanska bólkin, QAnon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109