Air Greenland nýtt flogfar fyri 700 milliónir

Air Greenland nýtt flogfar fyri 700 milliónir
Fyrsti túrurin millum Kangerlussuaq og Keypmannahavn verður 19. desember
Nýggja flogfar hjá Air Greenland tekur 305 ferðafólk og er umhvørvisvinarligt.
Mynd: KNR  
 
08.12.2022 - 08:28

Nýggja flogfarið hjá Air Greenland kom til Grønlands í gjár.

Flogfarið, eitt Airbus A330-800neo, er spildurnýtt og kostar yvir 700 milliónir krónur.

Tað tekur 305 ferðafólk og byrjar at flúgva millum Kangerlussuaq og Keypmannahavn 19. desember.

 

Fjórðing minni CO2-útlát

Nýggja flogfarið brúkar 14 prosent minni brennievni enn flogfarið, Air Greenland nú hevur til uttanlandsflúgvingina. CO2-útlátíð er fjórðingin minni. 

Air Greenland kundi keypa eitt fimm ára gamalt flogfar fyri 300 milliónir krónur.

Men nýggja flogfarið er umhvørvisvinarligari, so tí valdi Air Greenland tað.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109