- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku
Føroya rættur dømdi í gjár ein 25 ára gamlan mann eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur, báðar vóru tá 18 ára gamlar.
Báðar neyðtøkurnar vóru, sambært ákæruritinum, í Havn.
Maðurin var ákærdur fyri at hava útvegað sær samlegu við genturnar við at nýta harðskap, sigur politiið.
Neyðtøkurnar vóru í 2018 og 2019, sambært ákæruni. Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini vóru framd.
Hevur kært dómin
Revsingin er tí ásett eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi fyrr.
Hon er ikki sambært nýggju neyðtøkuásetingini um samtykki, sum kom í gildi 1.juni í ár, og sum herðir revsingina fyri neyðtøku.
25 ára gamli maðurin kærdi dómin. Hann noktaði seg sekan.
Rættarfundurin var afturlatin. Tí fáast ikki fleiri upplýsingar um málið.